Liðið hjá Rógva Baldvinsson og Meinhardi E. Olsen var á vitjan hjá Åsane í dysti í næstbestu norsku fótbóltsdeildini fyrr í dag.
Bryne tapti dystin 1-2. Bryne fekk annars eina góða byrjan tá Daniel Karsbakk legði teir á odda aftaná 12 minuttir. Beint undan steðginum javnaði heimaliðið uppá brotsspark, og tá 11 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki legði Bryne seg á odda 2-1.
Rógvi byrjaði dystin og var skiftur út tá 66 minuttir vóru farnir av dystinum. Meinhard E. Olsen kom á vøllin tá 74 minuttir vóru farnir av dystinum.
Gullbandur Øregaard fekk onga spælitíð fyri Sandnes ULF í kvøld, ið vann 2-1 á Frederiksstad á heimavølli.
Sandnes ULF hevur nærum tryggjað sær bjarging í deildini við 34 stigum. Bryne hevur 31 stig og hevur fimm stig niður til niðurflytingarstrikuna nú bert trý umfør eru eftir av kappingini.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Åsane og Bryne.