VIDEO: Rakul hevur eina topp-5 bjarging í Evropa

(Video) Eurohandball hevur valt fimm tær bestu bjargingarnar í øðrum umfarinum í EM-undankappingini. Rakul Wardum eigur tað einu

Føroyski landsliðsmálverjin, Rakul Wardum hevur í dag fingið ein stóran heiður.

 

YouTube-rásin hjá evropeisku hondbóltssamgonguni, EHF sum nevnir seg Eurohandball hevur valt eina bjarging hjá Rakul at vera millum fimm tær bestu málverjubjargingarnar í øðrum umfarinum í EM-undankappingini.

 

Bjargingin hendi við støðuna 18-22 í 23-28 tapinum fyri Íslandi í EM-undankappingardystinum í høllini á Hálsi í Havn ígjár.

 

HER ber til at síggja fimm tær fremstu bjargingarnar í Evropa. Harímillum er ein føroysk:

 

##med2##