VIDEO: Rúni Rógvason við nýggjum jólalagi

(Video) "Jól í Dag" eitur nýggi jólasangurin, ið Rúni Rógvason hevur latið úr hondum í dag, 16. desember

Í dag er komin út nýggjur jólasangur, ið nevnist "Jól í Dag". Tað er Rúni Rúgvason sum syngur og gevur út.

Um nýggja sangin greiðir Rúni Rógvason frá: - Eg havi skrivað lag og tekst. Tað er høvuðsframmleitt av Ryan Jones úr Bretlandi. Vokalurin hjá mær er frammleiddur av Jákupi Heinesen, og "kórið" er frammleitt av mær sjálvum. Miksað hevur "Drea Young" úr USA. Kórið er Hervør Sabina á Torkilsheyggi við familju og Rúni Rógvason við familju, sigur Rúni Rógvason um nýggja jólasangin.

Myndina til húsan hevur Rósa Rógvadóttir tikið.

 

HER BER TIL AT HOYRA "JÓL Í DAG" HJÁ RÚNI RÓGVASON:

 

##med2##