##med2##
Fyri stuttum koyrdi sangarin, Rógvi Odvørson, eisini kendur undir listanavninum Rökkvi sangin "Jólanátt" út á YouTube, og hann hevur eisini sent sangin til føroysku útvarpsstøðirnar.
Rógvi Odvørson greiðir í samrøðu við FM1 frá, at sangurin "Jólagleði" er um tann upprunaliga boðskapin um jólini, og ikki um nissurnar og alt tað materialistiska.
HER ber til at síggja og hoyra sangin "Jólanátt":
##med3##
Tikið upp og lagt til rættis: Rógvi Odvørson
Guitar og bass: Bárður á Lakjuni
Kór: Sara Bjørt Rógvadóttir á Lakjuni, Nita á Lakjuni, Margreta Simonsen og Herborg á L. Simonsen
Miksað og mastrað: Símun Dam // SIMDAM
JÓLANÁTT
Orð & lag: Rógvi Odvørson og Bárður á Lakjuni
Siti við vindeygað í dag
hoyri heimligt jólalag
frost og flykrur leggja seg
heitar kenslur fevna meg
Minnist aftur á ta stund
vit við frið í barnalund
prýddu vakurt jólatræ
sungu sama jólalag
Jólanátt
tá Jesus føddur var
Jólanátt
Hann friðin okkum bar
Skjótt sita saman aftur her
jólaboðið kjarnin er
Hann sum føddist fjósi í
Hann sum setur bundin frí
Sum stjørnan skygdi jólanátt
vísti vísum vegin brátt
lat okkum minnist aftur á
hvar vit bjarging kunnu fá.