VIDEO: Petur skoraði síni fyrstu mál fyri Lyngby

(Video) Petur Knudsen legði Lyngby á odda, og økti til 5-0 tá Lyngby vann seg víðari í steypakappingini

Petur Knudsen var við frá byrjan tá lið hansara, Lyngby ígjár vann seg víðari í donsku steypakappingini við einum knúsandi 9-0 sigri á Østerbro IF, ið spælir í Danmarksseriuni sum svarar til fjórðu deild.

 

Upprunaliga skuldi dysturin vera leiktur á leikvøllinum hjá Østerbro, men hann bleiv fluttur út til Lyngby. 

 

Petur Knudsen fekk hol á sína málskjóting fyri Lyngby í sjeynda minutti av dystinum. Beint undan steðginum økti Petur til 5-0.

 

Leygardagin klokkan 14 tekur Lyngby móti Esbjerg í dysti í triðja umfari í næstbestu fótbóltsdeildini. 

 

HER ber til at síggja fyrstu málini hjá Peturi Knudsen fyri Lyngby: 

 

##med2##