Stóra eysturríkska blaðið "Kurier", ið hevur prátað við Håkan Ericson og Jóan Símun Edmundsson minnir sínar lesarar á, at familjan hjá Håkan Ericson hevur sera góð minnir móti Eysturríki. Tá Svøríki vann 2-1 á Eysturríki í einum avgerandi HM-Play Off dysti í Gelchenkirchen tann 27. november í 1973 um rættin at spæla í HM-endaspælinum í Vesturtýsklandi árið eftir. Tá varð pápi Håkan Ericson, Georg Ericson (1919-2002) landsliðsvenjari hjá Svøríki.
Georg Ericson varð fyrsti svenski landsliðsvenjarin, ið var í fulltíðarstarvi sum landsliðsvenjari. Georg Ericson varð landsliðsvenjari hjá Svøríki millum 1970 og 1979, og megnaði hann saman við hópinum hjá sær at vinna luttøku til HM-endaspælið í Vesturtýsklandi í 1974 og Argentina í 1978.
Í 1974 gekk framúr. Svøríki vann seg í millumspælið har teir tó endaðu aftanfyri Vesturtýskland sum vann HM-gull og Póland sum vann HM-bronsu.
Í 1978 gekk ikki so væl. Svøríki fekk bara eitt stig, men tað varð ein minniligur 1-1 javnleikur móti Brasil, ið vann HM-bronsu tá.
Ein tann mest minniligi dysturin hjá Georg Ericson varð júst HM-Play Off dysturin móti Eysturríki 27. november í 1973 á einum kavaklæddum vølli í Gelchenkirchen í Vesturtýsklandi.
Svøríki og Eysturríki vóru í sama HM-undankappingarbólki saman við Ungarn og Malta. Svøríki, Eysturríki og Ungarn høvdu øll átta stig, meðan Malta einki stig hevði. Bæði Svøríki og Eysturríki høvdu málmunin pluss átta, og tí varð neyðugt við einum Play Off dysti á uttanveltaðum vølli fyri at finna HM-luttakaran úr HM-undanbólki 1.
Og tað endaði lukkuligt hjá pápa Håkan, Georg Ericson og manning hansara sum tað sæst og hoyrist her:
##med2##