Video: Outlandish gjørt videolag í Føroyum

Videolagið er tikið upp í Gásadali

Kendi danski hiphop-bólkurin Outlandish gav í síðstu viku eitt nýtt staklag út, sum eitur "This Moment". Í dag er videolagið til sangin komið út, og hetta videolagið er tikið upp í Gásadali.

Outlandish hava gjørt sera nógvar landaplágur, sum fólk úr øllum heiminum hava sungið við uppá. Serliga er tað lagið "Aicha" frá 2002, sum hevur verið sera nógv spælt og er tað enn í dag. Onnur kend løg eru "Look Into My Eyes", "Callin' U" og "Guantanamo".

Upprunalimirnir í bólkinum eru Isam B, Lenny Martinez og Waqas Qadri. Men í 2017 valdi bólkurin at gevast aftaná at hava verið virknir í 20 ár saman.

Isam B fór heldur at virka sum einstaklingur, men hinir báðir valdu síðani at halda fram, og hesin nýggi sangurin er liður í teirra comeback.

Sangurin snýr seg um umhvørvið og um, hvussu nógv vit menniskju í síðsta enda veruliga vilja ofra fyri umhvørvið. 

Hygg at videolagnum til "This Moment" her:

##med2##