Í samband við ta árligu hallarkabarettina hjá Klaksvíkar Sjónleikarafelag á Norðoyastevnu, hava leikararnir framleitt ein sera stuttligan og sermerktan b-film sum tit kunnu síggja niðanfyri.
Hetta er 6. árið á rað at felagið skipar fyri kabarett.
- Fleiri og fleiri áskoðarar hava verið her norði til kabarettina. Í fjørð vóru yvir 3000 sum hugdu og vónandi koma enn fleiri í ár, sigur Rudolf Joensen, sum skipar fyri.
Kabarettin í ár eitur Luktur í smakkinum og smbært Rudolf eru tvinnandi røtur til navnið.
- Fyrr í tíðini kom skemtirit út á Norðoyastevnu sum kallaðist Rukkulakkin. Fyrsta Hallarkabarettin æt Rukkur í lakkinum, líkasum fyri at heiðra Rukkulakkan. Frá Rukkum í lakkinum til Luktur í smakkinum er ikki so langt. Hin upprunin til navnið hevur indirekta nakað við Norðlýsið at gera. Tá ið vit ímyndaðu okkum smakkin av frysta klumpinum umborð á Ran, sum Norðlýsið jú fotograferaði, ja, tá hildu vit at tað luktaði. Bæði so og so. Tísskil navnið Luktur í smakkinum, sigur Rudolf Joensen.
Kabarettin er í ár mannað við einum sera góðum toymi: Hilmar Jan, sum í sjálvum sær gevur út fyri nógvar leikarar, Ria Tórgarð, Jensina Olsen, Høgni Olsen, Jákup Bernhard Brim Joensen og Jákup Veyhe.
Jákup Veyhe leikstjørnar og Rudolf framleiðir. Showmenn við Kim Hansen spæla tónleikin, og teir nýtast ikki nakra presentatión.
Kabarettin verður spæld í Badmintonhøllini 30. mai klokkan 21, 31. mai klokkan 18 og 21, og 1. juni klokkan 18.
Filmurin kann síggjast niðanfyri.