Video: NSÍ og Jann Benjaminsen vinna á ÍF

Her er samandrátturin frá dystinum millum NSÍ og ÍF, sum NSÍ vann 3-0

Í fyrsta dystinum í níggjunda umfari hevur NSÍ í dag vunnið 3-0 á heimavølli ímóti ÍF. Úrslitið ber við sær, at NSÍ nú er topplið – í hvussu so er inntil seint seinnapartin í morgin. Hjá ÍF sær ikki so gott út. Úrtøkan úr fyrsta triðinginum av kappingini er seks stig, og ÍF er aftast.

 

Síggj samandráttin við at trýsta á pílin á myndini

 

Stóri maðurin við Løkin í dag var 20 ára gamli NSÍ miðvallarin Jann Benjaminsen. Hann varð skiftur inn fyri skadda Petur Knudsen, tá ið ein hálvur tími var farin. Lítla løtu undan steðginum setti Jann Benjaminsen hol á. Eftir steðgin økti hann til 2-0, og hann átti uppleggið, tá ið Klæmint A. Olsen skoraði til 3-0.

 

Petur Kundsen fo ór út við skaða, eftir at hann bleiv feldur í brotsteiginum. Dómarin bríkslaði ikki, men sjónbandaupptøkurnar vísa, at helst skuldi verið brotsspark. ÍF fekk rætt dømt brotsspark, sum myndirnar eisini vísa, men fuglfirðingar brendu.

 

NSÍ-ÍF 3-0 (1-0)

1-0: Jann Benjaminsen

2-0: Jann Benjaminsen

3-0: Klæmint A. Olsen

Dómari: Alex Troleis

 

NSÍ: Símun Rógvi Hansen - Tobias V. Olesen, Per Langgaard, Jan Ó. Ellingsgaard, Einar Tróndargjógv - Karl Løkin, Betuel Hansen - Árni Frederiksberg, Pól Jóhannus Justinussen, Petur Knudsen - Klæmint A. Olsen

 

ÍF: Henrik Lindhardt Jensen - Dánjal Pauli Højgaard, Jákup Andreas Gaardbo, Ndende, Sámal Jákup Joensen - Kristoffur Jakobsen, Bogi Reinert Petersen - Andy Ó. Olsen, Niels Pauli Danielsen, Ari Ó. Ellingsgaard - Dánjal á Lakjuni