Video: Noreg hevur alt at vinna og einki at tapa

(Video) Hoyr norsku málmanshetjuna, Torbjørn Bergerud seta orð á hvussu hann upplivdi minniligu hálvfinaluna ímóti Kroatia

Í Noreg eru tey ikki lend aftaná ótrúliga hondbóltsbragdið hjá norska manslandsliðnum, sum hevur tryggjað sær eitt pláss í HM-finaluni ímóti vertstjóðini, Fraklandi. Finalan verður spæld í París, og byrjar í morgin klokkan 16.30. Í innleiðandi bólkaspælinum tapti Noreg tepurt 28-31 ímóti Fraklandi.

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og hoyr 22 ára gomlu málmanshetjuna hjá Noregi, Torbjørn Bergerud frammanfyri fleiri norskum tíðindafólkum seta orð á hvussu hann upplivdi hálvfinaluna, og ikki minst at bjarga mest týðandi brotskastinum, sum nakar málverji á norska manslandsliðnum nakrantíð hevur bjargað. Í teimum seinastu sekundunum av vanligu leiktíðini fekk Kroatia tillutað eitt brotskast við støðuna 22-22. Zlatko Horvat kundi senda Kroatia í HM finaluna, men við einari ótrúligari bjarging tryggjaði 22 ára gamli norski málverjin, Torbjørn Bergerud Noreg longda leiktíð. Í longdu leiktíðini drógu norðmenn longra stráið, og eru nú í síni fyrstu endaspælsfinalu nakrantíð í manshondbólti

 

Torbjørn Bergerud er glaður, men eyðmjúkur um sín egna leiklut, men undirstrikar heldur, at hann hevur eina sterka verju frammanfyri sær, sum ger eitt ótrúliga gott arbeiðið. Torbjørn Bergerud heldur, at Noreg hevur alt at vinna og einki at tapa ímóti Fraklandi í finaluni í París í morgin.

 

Tað er norska Dagbladet, sum hevur lagt hesa upptøkuna út á YouTube. Torbjørn Bergerud tosar somikið týðiligt norskt, at tað er eingin trupuleiki at skilja hvat hann sigur í hesari samrøðuni.

 

Til dagliga spælir Torbjørn Bergerud við Team Tvis Holstebro í bestu donsku hondbóltsdeildini.