Video: Nike við nýggjari lýsing

Lýsingin er gjørd til HM endaspælið í Brasil í summar og inniheldur fleiri av heimsins størstu stjørnum.

Tað er ein heldur long lýsing, ið Nike hevur gjørt fram til HM endaspælið í Brasil í summar. Lýsingin er heili 4 minuttir og 13 sekundir til longdar.

 

Lýsingin gongur fyri seg í Onglandi, har nakrir ungir dreingir møtast til ein fótbóltsdyst. Sum so nógvir aðrir ungir dreingir, so velja hesir dreingirnir sær eina fótbóltsstjørnu, ið teir eru, tá dysturin verður spældur. Og brádliga gerst dysturin meira spennandi og veruligur, har tær stóru stjørnurnar eru við og har fleiri áskoðarar eru til staðar.

 

Millum stjørnurnar í lýsingini eru Cristiano Ronaldo, Zlatan Ibrahimovic, Andrés Iniesta, Eden Hazard, Wayne Rooney, Kobe Bryant og daman hjá Cristiano Ronaldo, ið kallast Irina Shayk.

 

Nýggja lýsingin er ein partur av einari nýggjari herferð hjá Nike, ið kallast Risk Everything.