VIDEO: - Nevn meg bara "Viljo" sigur Viljormur

(Video) Viljormur Davidsen hevur gjørt fyrstu samrøðuna hinumegin Oyrasund aftaná skiftið til Helsingborg

Aftaná 207 almennar kappingardystir og níggju kappingarár við Vejle skal Viljormur í Heiðunum Davidsen nú royna seg í bestu svensku fótbóltsdeildini við Helsingborg, ið frammanundan hevur Brand H. Olsen í hópinum.

 

Miðlamaðurin hjá Helsingborg hevur gjørt eina samrøðu við Viljorm sum sigur, at spælarar og viðhaldsfólk hjá Helsingborg mugu gjarna nevna hann "Viljo", tí tað er lættari og skjótari at siga enn "Viljormur". 

 

Viljormur sigur seg vera stoltan av at kunna spæla fyri Helsingborg, og hann lovar viðhaldsfólkunum, at hann fer at gera sítt ítarsta fyri Helsingborg. 

 

Viljormur hevur gjørt sáttmála fyri tvey kappingarár við Helsingborg, ið nú veruliga er føroyinga-liðið í svenskum fótbólti. 

 

HER ber til at hoyra samrøðuna, ið er á enskum sum er samskiftismálið hjá unga ættarliðnum í Norðurlondum í dag:

 

##med2##