Tað verður mangan sagt, at í januar mánaði eru venjingarmiðstøðirnar á tremur við fólki, sum hava sett sær fyri, at nú skulu eyka kiloini av. Og spyrt tú Jákup Suna Berg, eigara av Burn Fitness í Havn, so er tað ikki langt av leið.
Tí hóast fólk í at kalla øllum aldri venja alt árið runt, so er tað serstakliga frá januar til apríl, at fólk flokkast um venjingaramboðini í royndini at sleppa av við kiloini ella kanska at liva sunnari.
Trýst á pílin fyri at síggja samrøðu, sum Mildrið Jacobsen hevur gjørt við Jákup Suna Berg.