Meðan løgtingsfólk í dag hava viðgjørt at byggja nýtt barnaheim, vardar bústaðir og bú- og umlættingarheim til børn og ung við autismu, so hava søgurnar gingið í krókunum í tinginum um møgulig misálit á løgmann, broytingaruppskot til fiskivinnunýskipanina og at Sjálvstýri er í samráðingunum við samgonguna, um at gerast partur av henni.
Hoyr Árna Gregersen, politiskan viðmerkjara, greina dagsins støðu við at trýsta á pílin á myndini.