Video: Mulle gjørdi vart við seg beinavegin

(Video) Danmark hevði spælt 402 minuttir av EM-hondbólti áðrenn Kristina "Mulle" Kristiansen fekk møguleikan

Kristina "Mulle" Kristiansen mátti bíða leingi til hon fekk spælitíð fyri Danmark í EM-endaspælinum í kvinnuhondbólti, sum er í Svøríki í hesum døgum.

 

Danska liðið hevði spælt heilar 402 minuttir av EM-hondbólti áðrenn Mulle fekk møguleikan. Tá Danmark stríddist ímóti Niðurlondum í hálvfinaluni í Scandinavium høllini í Gøteborg, og var væl aftanfyri gav venjarin, Klavs Bruun Jørgensen loksins Mulle møguleikan, og hon gjørdi vart við seg beinavegin.

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj Kristinu "Mulle" Kristiansen skora eitt sera vakurt mál við einum undirhondsskoti. Eitt mál hon skoraði stutt eftir hon slapp inn á vøllin.

 

Við danska blaðið BT sigur Mulle, at hon var glað fyri at fáa møguleikan. - Venjarin bað meg fara inn og gera tað, sum eg plagi at gera, men vit vóru aftanfyri við fimm málum seint í dystinum, og tá var tað torført at gera tann stóra munin, staðfesti Mulle.

 

Danmark og Frakland spæla um bronsuna i morgin klokkan 14.30. EM-finalan millum Noreg og Niðurlond verður klokkan 17 í morgin.