VIDEO: Mjørkadysturin móti Kekkia í 1998 (Samandráttur)

(Video) Frásøgumennirnir hjá SVF tann 6. september í 1998, Tórður Mikkelsen og Ólavur Waag Høgnesen sóu ikki í øllum mjørkanum á Svangaskarði, at kekkar brutu Fair Play andan, tá teir skoraðu sigursmálið til 1-0 í 87. minutti

Úr Fótbóltsárbókini frá 1998

Tað eru skjótt 25 ár síðani: 6. september 1998 á Svangaskarði á Toftum, Føroyar spældu EM-undankappingardyst móti Kekkia, ið gjørdust EM silvurvinnarar í 1996.

 

Tá 87 minuttir eru farnir liggur John Petersen skaddur á vøllinum. Føroysku verjuleikararnir koyra bóltin út til innkast so John kann fáa viðgerð.

 

Men so tveita kekkar alt Fair Play fyri borð. Føroysku leikararnir roknaðu við, at kekkarnir fóru at vísa góðan ítrottaranda og fóru at spæla bóltin aftur til føroyingarnar. Men tað gjørdu teir ikki. Kekkar gagnnýttu hesa løtuna, har teir ikki vóru væl ansaðir til at spæla Vladimir Smicer leysan, og hann skoraði einasta málið í dystinum.

 

Tað var so nógvur mjørki á Svangaskarði hendan dagin, at frásøgumennirnir hjá SVF - ja eisini tað hevur skift navn í hesari øldini - Tórður Mikkelsen og Ólavur Waag Høgnesen sóu ikki, at kekkarnir brutu óskrivaðu lógina um um Fair Play.

 

Tað var ikki fyrrenn reportarin hjá SVF, Edvard í Skorini Joensen hevði verið á tíðindafundi hjá landsliðsvenjaranum, Allani Simonsen aftaná dystin, at hann kundi fortelja Tórði og Ólavi og hyggjarunum um níðingsgerðina, ið var framd móti føroysku leikarunum, og sum kostaði okkum ein glæsiligan 0-0 javnleik móti verandi EM-silvurvinnarunum.

 

Í kvøld klokkan 19.45 á Tórsvølli vitjar Kekkia á fyrsta sinni aftur í Føroyum, tá teir spæla EM-undankappingardyst móti føroyska landsliðnum. Sambært veddingarfyritøkunum eru teir risastórir favorittar, og áttu at kunnað vunnið dystin uttan nakrar ónollir. Hinvegin hevði tað verið lagnunnar speisemi um dysturin hesaferð endaði 0-0. 

 

Youtube-rásin, Farerets hevur lagt samandráttir út frá mongum dystum hjá føroyska fótbóltslandsliðnum. Her ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum Føroyar-Kekkia 0-1 (0-0) frá 6. september í 1998. Ja "síggja" er kanska so nógv sagt. Videobrotið kann sjálvandi ikki eita nakað annað enn: "Faroese were cheated in fog by anti fair play opponents":

##med2##

 

 

 

Úr Fótbóltsárbókini frá 1998