Í Italia gloyma tey ikki sínar gomlu fótbóltshetjur. Hetta hevur danski Preben Elkjær ofta havt á munni.
Serbiski frísparks-serfrøðingurin, Sinisa Mihajlovic sum spældi við Lazio, árini 1998-2004 gjørdist legendariskur í italska høvuðsstaðarfelagnum, tá hann 13. desember í 1998 í dysti á olympiska leikvøllinum í Rom móti Sampdoria skoraði eitt frísparks-hattrick.
Í Italia verður mangan tikið til, at Sinisa Mihajlovic brúkti bara 23 minuttir at fremja hetta roysnið. Frísparksmálini hjá Sinisa Mihajlovic vóru skotin í málið hjá Sampdoria í 29. minutti, 45. minutti og í 52. minutti, og tað verður hildið at verða legendariskt og sensasjónelt.
Fýra ár frammanundan hevði Gioseppe Signori skorað eitt frísparks-hattrick fyri Lazio, tá Lazio á Olympiska leikvøllinum í Rom vann 3-1 á Atalanta. Gioseppe Signori brúkti 24 minuttir um hetta frísparks-hattrickið. Hann skoraði málini í 66. minutti, 76. minutti, og í 90. minutti. Tað var ein stór sensasjón inntil Sinisa Mihajlovic var ein minutt skjótari við einum frísparks-hattricki fýra ár seinni.
Men úti í Vika á Argjum seinnapartin í dag gjørdi Adrian Justinussen eitt frísparks-hattrick uppá bara átta minuttir.
HER ber til at síggja frísparks-hattrickið Sinisa Mihajlovic skoraði fyri Lazio 13. desember í 1998.
##med2##
HER ber til at hoyra alt sum var á FM1 um málshowið hjá Adrian Justinussen, tá HB vann 5-0 á AB, har øll málini komu uppá 16 minuttir. Adrian gjørdi frísparks-hattrick uppá átta minuttir.