VIDEO: Mert Müldür eigur besta málið í fyrsta EM-umfarinum

(Video) Her sæst langsskotsmálið hjá Mert Müldür móti Georgia frá einum øðrum vinkuli

Mynd: Scanpix

Dreymahøggið hjá Mert Müldür hjá Turkalandi móti Georgia, tá hann skoraði til 1-0 í 3-1 sigrinum hjá Turkalandi er av UEFA valt at vera besta málið í fyrsta umfarinum í bólkaspælinum í EM-endaspælinum í Týsklandi.

 

Tað vóru farnir 25 minuttir av dystinum millum Turkaland og Georgia, tá Mert Müldür frá 17-18 metrum hamraði bóltin upp í hornið.

 

Nicolae Stancius átti næstbesta málið og ein annar turkiskur leikari, Arda Güler átti sambært UEFA triðbesta málið.

 

Klokkan 17 møtast Portugal og Turkaland, og tá fáa vit vónandi nøkur vøkur mál at síggja. 

 

HER ber til at síggja vakra málið hjá Mert Müldür móti Georgia frá einum øðrum vinkuli. UEFA loyvir ikki offisielum hæddarpunktum á Youtube, tíverri: 

 

##med2##

 

 

 

 

 

Mynd: Scanpix