Sámal Petur í Grund, formaður Sjálvstýris, legði í morgun fram valstkránna hjá Sjálvstýri til løgtingsvalið. Har greiddi hann millum annað frá, at eingin skattur skal leggjast á bústaðir, men á tey hús, sum eru á spekulatiónsmarknaðinum, sum hann málbar seg.
Hann sigur, at flokkurin vil leggja skatt á vinning av sethúsasølu, sum kann vera upp í 50 prosent.
Flokkurin er fyri at taka burtur motrokningina hjá pensjónistum, sum verður sagdur at kosta 100 milliónir krónur. Her vísti Sámal Petur í Grund á, at tá er ikki roknað við meirinntøkum í skatti og avgjøldum sum kemur av, at pensjónistar tá fara at tjena meira.
Flokkurin tekur undir við sonevndu tjóðarsemjuni millum allar flokkar uttan Sambandsflokkin.
– Sjálvstýrisflokkurin hevur altíð verið ein stig fyri stig flokkur, og øll stig, sum eru tikin á sjálvstýrisleið – ja líka síðani floksbýtið á tingi í 1906 – eru hend stig fyri stig. Tjóðarsemjan verður so síðsta stigið, sigur Sámal Petur í Grund.
Í valskránni ásannar Sjálvstýri, at land okkara hevur tørv á stórum broytingum á nærum øllum økjum. Fíggjarstøðan er hótt og haldførisavbjóðingin er rættiliga stór, og hóast øll parametur eru í topp er ikki javnvág á fíggjarlóg okkara.
Samstundis heldur Sjálvstýri fast við grundsjónarmiðið hjá flokkinum: at Føroyar stig fyri stig skulu gerast eitt sjálvstøðugt land, har avgerðir um okkara samfelag verða tiknar í Føroyum.
##med2##
Við hesari ásannan í huga fer flokkurin undir arbeiðið við niðanfyristandandi stevnu:
1. Yvirskot aftur á fíggjarlógina
Ein fíggjarlóg í javnvág er ein fortreyt fyri einum haldførum samfelagi. Uttan yvirskot flyta vit rokningina til komandi ættarlið og minka um møguleikarnar at fíggja vælferðina í framtíðini.
2. Tryggja langtíðarhaldførið
Føroyska samfelagið stendur framman fyri demografiskum og búskaparligum avbjóðingum. Vit mugu gera broytingar nú, so vælferðarskipanin eisini er burðardygg í komandi tíðum.
3. Minka um kommunalu eindirnar
Færri og sterkari kommunur kunnu lyfta fleiri uppgávur og veita borgaranum betri tænastur. Samstundis verður umsitingin bæði effektivari og bíligari.
4. Ráðfesta arbeiðarafjøldina
Samfelagið stendur og fellur við arbeiðarafjøldini. Tí skulu arbeiðandi fólk hava góð arbeiðskor og møguleika at liva eitt trygt lív av sínari løn.
##med3##
5. Lækka skattin hjá lág- og miðalløntum
Vit vilja hava eitt samfelag við minni ójavna. Tí vilja vit lækka skattin hjá lág- og miðalløntum og flyta tey á niðastu rókunum upp.
6. Býlisstuðul heldur enn rentustuðul
Verandi skipan gagnar serliga teimum, sum longu hava góðar fíggjarligar fortreytir. Býlisstuðul er meira rættvísur og kann málrættast teimum, sum veruliga hava tørv á fíggjarstuðli til bústað. Hetta skal samstundis økja um møguleikarnar hjá ungum familjum og støkum at fáa ein tryggan bústað.
##med4##
7. Stuðla landbúnaðinum
Føroyskur landbúnaður er ein týdningarmikil partur av okkara mentan og sjálvbjargni. Við at styrkja landbúnaðin tryggja vit bæði matframleiðslu og arbeiðspláss kring landið.
8. Tryggja eina burðardygga ferðavinnu
Ferðavinnan skal mennast á ein hátt, sum bæði skapar arbeiðspláss og tekur atlit til náttúru, lokalsamfeløg og burðardygd.
##med5##
9. Steðga mótrokningini hjá arbeiðandi pensjónistum
Tað skal altíð loysa seg at arbeiða – eisini hjá pensjónistum. Vanvirðiligu umstøðurnar, sum í dag eru galdandi, skulu broytast. Pensjónistar eru ein virðismikil arbeiðsmegi og eitt aktiv fyri samfelagið.
10. Allar veitingar skulu verða eftirlønargevandi
Eisini tey, sum fáa veitingar, mugu tryggjast pensjónsuppsparing. Tað tryggjar eina rættvísa skipan, har eingin stendur uttan uppsparing í ellisárum.
11. Skjóta hjálp til børn og ung við serligum tørvi
Bíðitíðin eftir hjálp til børn og ung við serligum tørvi má burtur. Atgongd til útgreinan skal styttast, so røtt hjálp verður sett inn í rættari tíð.
12. Leingja barsilstíðina
Fyrstu mánaðirnir í lívinum hjá barninum eru avgerandi fyri eina sunna menning. Longri barsilstíð gevur foreldrum møguleika at leggja grundarlagið fyri trygt tilknýti, kensluliga menning og álit á onnur menniskju.
##med6##
13. Hækka barsilsgjaldið
Barsil eigur ikki at verða ein fíggjarlig byrða hjá foreldrunum. Við hægri eftirlønargevandi barsilsgjaldi fáa fleiri familjur veruligan møguleika at nýta barsilsrættin uttan stóran inntøkumiss.
14. Menna útbúgvingarmøguleikarnar í Føroyum
Fleiri útbúgvingar í Føroyum geva ungum betri møguleikar og styrkja føroyska samfelagið. Útbúgvingarnar skulu eisini gerast meira atkomiligar, millum annað við møguleikum fyri fjarlestri og smidligari skipanum.
##med7##
15. Ráðfesta atkomumøguleikar hjá fólki við breki
Sjálvstýri fer at arbeiða fyri einari brek-politiskari virkisætlan eftir føroyskum leisti, ið skal fevna um øll rættindi og týðandi øki, sum ST-sáttmálin fevnir um.
16. Tryggja teimum eldru vernd við lóg
Vit hava skyldu til at veita okkara eldru virðiliga røkt og trygd. Ein eldravernardlóg skal tryggja øllum okkara eldru borgarum virðilig kor.
##med8##
17. Veðrið einasta avmarking hjá útróðrinum
Útróðurin er, umframt at vera inntøkukelda hjá útróðrarmonnum, eisini ein partur av okkara mentan. Tí eigur veður og streymur at vera einasta avmarkingin fyri útróðurin – ikki politiskt ásettar kvotur ella aðrar reguleringar.
18. Tryggja Føroyum eitt sterkt undirstøðukervi
Hildið verður fram við útbyggingunum á undirstøðukervinum, sum sjótil er sett á, við tí fyri eyga at binda Føroyar betri saman og tryggja góðar samferðsluloysnir fyri fólk og vinnulív um alt landið.
19. Sjálvstýri – Føroyar móti størri sjálvræði
Sjálvstýri tekur undir við tjóðarsemjuni og arbeiðir fyri, at Føroyar stig fyri stig gerast eitt sjálvstøðugt land, har avgerðir um føroyska samfelagið verða tiknar í Føroyum.
Sjálvstýri verður ikki bygt bara við orðum, men á eitt sterkt samfelag, ein haldføran búskap og trygg lívskor hjá fólkinum, ið her býr. Málini í valskrá okkara eru fortreytin fyri, at Føroyar stig fyri stig kunnu gerast eitt sjálvstøðugt land.
##med9##

















