Earth Hour verður leygardagin 28. mars frá kl. 20:30, og eisini í Fuglafiði tá vit sløkkja tey ljósini, og hesa løtuna lata tey tónleikin tala.
Kunningarstovan skrivar, at í hesi skýmingarløtu mennist eitt serligt huglag, sum verður styrkt, tá Oskar Tomala skapar eina friðsæla ljóðmynd við mikrotonaliteti við orglinum og serliga akustikkinum í júst hesum kirkjurúminum.
Oskar Tomala er pólskur komponistur, sum arbeiðir við einari nútímans tilgongd til tónleik í rúminum. Á hesum Earth Hour tiltakinum er tað stóra orglið, sum er í miðdeplinum, har serligur dentur verður lagdur á akustisku fyribrigdini í kirkjurúminum.
Við virðing fyri heita klanginum, sum Fuglafjarðar kirkja hevur, verður arbeitt við at skapa eina uppliving, har lurtarin kann søkka niður í klangin frá orglinum. Hetta verður gjørt gjøgnum spakuliga mennandi kontrapunktiskar formar og kanning av mikrotonaliteti.
Oskar hevur seinasta árið arbeitt við ymiskum orglum í Koncert-kirken í Keypmannahavn, har hann hevur gjørt skitsur til fleiri kompositiónir. Hetta arbeiðið leiddi til eina framførslu í sambandi við Organ Sound Art Festival í desember 2025, har tónleikur úr verkætlanini Window Forms varð framførdur.
Í sínum arbeiði kannar hann møguleikarnar í analogum mekaniskum orglum fyri at skapa serstøk ljómandi og harmonisk úrslit, og hvussu ljóðið samspælir við rúmið og arkitekturin.
Verið vælkomin til hesa hugfarsligu løtuna í Fuglafjarðar kirkju. Av tí at ljósini í býnum verða sløkt hendan tíman, mugu fólk minnast til endurskin og annars ansa sær í myrkrinum.











