Tað var longu greitt undan bólkafinaluni millum Juventus og Manchester City í innleiðandi bólki G, at tey bæði liðini hava vunnið seg víðari til HM-finalurnar.
54.320 áskoðarar á Camping World leikvøllinum í Orlando í Florida sóu Manchester City vinna stórsigur 5-2 á Juventus. Í sama bólki vann Al Ain 2-1 á Wydad á Audi leikvøllinum í Washington D.C..
Manchester City vann bólkin við níggju stigum. Juventus hevur seks stig, Al Ain hevur trý stig, og Wydad endaði aftast við ongum stigi.
Juventus-Manchester City 2-5 (1-2)
0-1 Jeremy Doku ('9 )
1-1 Teun Koopmeiners ('11 )
1-2 sjálvmál ('26 )
1-3 Erling B. Haaland ('52 )
1-4 Phil Foden ('69 )
1-5 Savinho ('75 )
2-5 Dusan Vlahovic ('85 )
Wydad-Al Ain 1-2 (1-1)
1-0 Cassius Mailula ('4 )
1-1 Kodjo Laba, br. ('45 )
1-2 Kaku ('50 )
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Juventus-Manchester City 2-5 (1-2):
##med2##