Fremad Amager hevði Heina Vatnsdal og Bárð J. Hansen við frá byrjan, tá Fremad Amager sunnudagin í dysti í næstbestu donsku fótbóltsdeildini spældi javnleik 0-0 ímóti HB Køge á útivølli. Í 64. minutti fekk Bárður J. Hansen gult kort sambært dystarfrásøgnini hjá Fremad Amager. Í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat hevði Fremad Amager eina roynd á málið hjá HB Køge, sum var bjargað á málstrikuni.
Talan var um seinasta dystin hjá Fremad Amager áðrenn vetrarsteðgin. Næsti dysturin hjá Fremad Amager verður spældur á útivølli ímóti liðnum hjá René Shaki Joensen, Vendsyssel FF. Tann dysturin verður leiktur 5. mars, tá kappingin verður tikin uppaftur.
Fremad Amager heldur vetrarfrí á fjórði plássinum við 28 stigum, bert trý stig frá oddinum har Hobro og Vendsyssel FF hava 31 stig hvør.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini av dystinum millum HB Køge og Fremad Amager. Tað er YouTube rásin hjá Fremad Amager, sum hevur lagt hæddarpunktini út.