HERber til at síggja málini sum komu í dystinum millum Føroyar og Malta í Nations League, har Jóan Símun Edmundsson, René Shaki Joensen og Hallur Hansson vóru málskjúttar hjá Føroyum, tá Føroyar vunnu 3-1 á Malta.
Michael Mifsud fekk sítt 41. landsliðsmál fyri Malta, tá hann - hóast hann var eitt sindur rangstaddur - minkaði um munin til 2-1, men tað skal Michael Mifsud so ikki lastast fyri.
Hæddarpunktini eru frá rásini "Goalsarena", og vit hoyra ein enskan frásøgumann. Viðhvørt er tað ein góður avvekslingur at hoyra onkran annan seta orð á eitt gott føroyskt landsliðsavrik.