Video: Lettland vann tepurt á Andorra

(Video) Londini vit vóna at fáa stig ímóti í okkara HM-undankappingarbólki møttust í Andorra ígjár

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj málið, sum kom í dystinum í okkara HM-undankappingarbólki millum Andorra og Lettland, sum var spældur í Andorra ígjár.

 

Valerijs Sabela skoraði einasta málið í dystinum tíðliga í seinna hálvleiki. Sum upptøkurnar vísa, so kundu verjan og málverjin hjá Andorra, Ferran Pol havt byrgt upp fyri málinum. Valerijs Sabala hevur skotið 10 mál í 29 dystum fyri Lettland, og er ein leikari, sum okkara menn eisini skulu halda eyga við í Riga 7. oktober.

 

Ludovic Clemente hjá Andorra rakti yvirleggjaran hjá Lettlandi. Andorra hevði eisini aðrar góðar royndir, sum lettlendski málverjin bjargaði.

 

Lettland og Andorra eru styrkismett lægri enn Føroyar í okkara HM-undankappingarbólki, og vónirnar eru góðar hjá okkara monnum at fáa stig ímóti hesum liðum. 7. oktober vitja vit í Riga í Lettlandi, og Andorra vitjar Portugal, sum skal reisa seg aftaná 0-2 ósigurin ímóti Sveis á útivølli ígjárakvøldið.