Video: Lettland stríddist manniliga ímóti Sveis

(Video) Komandi mótstøðuliðið hjá Føroyum, Sveis mátti arbeiða hart fyri einum 1-0 sigri ímóti Lettlandi

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum, sum var í okkara HM-undankappingarbólki, bólki B millum Sveis og Lettland.

 

Sveis var stórur favorittur at vinna dystin, men Lettland stríddist manniliga, og Sveis mátti arbeiða hart fyri at hála ein týdningarmiklan 1-0 sigur heim. Josip Drmic skoraði sigursmálið við einum góðum stútara, tá 66 minuttir vóru leiktir av dystinum. Lettland hevði eisini sínar málmøguleikar í dystinum.

 

Sveis er á odda í HM-undankappingarbólki B við 15 stigum fyri fimm dystir. Lettland er næstaftast við trimum stigum.

 

Komandi dystur hjá Sveis er á Tórsvølli, fríggjakvøldið 9. juni, har Føroyar skulu spæla sín triðja heimadyst í hesari undankappingini.