Føroyar fingu 21 sekund av sjónvarpstíð, tá Krista Mørkøre gekk inn á Maracana leikvøllin í Rio í Brasil við Merkinum saman við pápanum og venjaranum, Torkil Mørkøre, tá paralympisku leikirnir vóru settir.
Men talan var um eina stolta løtu fyri Føroyar har vit, sum ein viðurkend paralympisk ítróttartjóð gingu inn til setanina av paralympisku leikunum í Rio á jøvnum føti við hinar paralympisku tjóðirnar.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj tey 21 sekundini Føroyar fingu av sjónvarpstíð, tá Krista Mørkøre gekk inn á Maracana leikvøllin við Merkinum.