VIDEO: Kroatia vann á Slovenia og er fremst í EM-millumbólki 2

(Video) Her er ein samandráttur frá dystinum Slovenia-Kroatia 25-29 (11-14)

 

Mynd: Ritzau Scanpix

Kroatia hevur fyribils lagt seg á odda í EM-millumbólki 2 við seks stigum.

 

Kroatia vann í grannauppgerðini móti Slovenia í Malmö Arena 29-25. Í steðginum vóru kroatar á odda 14-11.

 

Domen Makuc og Domen Novak vóru við seks málum hvør toppskjúttar hjá Slovenia. Toppskjútti hjá Kroatia við sjey málum var Tin Lučin.

 

Kroatia er fremst í bólkinum við seks stigum. Ísland hevur fimm stig, meðan Svøríki og Slovenia hava fýra stig hvør. Sveis hevur tvey stig, og Ungarn er aftast við einum stigi.

 

Megnar Svøríki at vinna á Slovenia vera teir oddalið undan seinasta umfarinum. 

 

HER er skráin fyri millumbólk 2:

 

23. januar: Ísland – Kroatia 29-30

 

23. januar: Sveis – Ungarn 29-29

 

23. januar: Slovenia – Svøríki 31-35

 

25. januar: Slovenia – Ungarn 35-32

 

25. januar: Ísland – Svøríki 35-27

 

25. januar: Sveis – Kroatia 24-28

 

27. januar: Sveis – Ísland 38-38

 

27. januar: Slovenia – Kroatia 25-29

 

27. januar: Svøríki – Ungarn, kl. 19.30.

 

28. januar: Slovenia – Ísland, kl. 14.30.

 

28. januar: Kroatia – Ungarn, kl. 17.

 

28. januar: Sveis – Svøríki, kl. 19.30.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá Eurohandball frá dystinum Slovenia-Kroatia 25-29 (11-14):

 

##med2##

 

Mynd: Ritzau Scanpix