VIDEO: Kroatia-Danmark 4-3 (1-1)

(Video) Síggj hæddarpunktini frá áttandapartsfinaluni millum Kroatia og Danmark

Danmark er úti av HM-endaspælinum aftaná eitt megnaravrik ímóti sterka liðnum hjá Kroatia í áttandapartsfinaluni, ið var leikt í Sotji.

 

Tróndur Arge tók soleiðis samanum dystin sum Kroatia vann aftaná brotssparkskapping á in.fo: "Danmark legði hart út og koma á odda longu aftaná ein minutt og 42 sekund. Eftir eitt langt innkast skoraði miðverjin, Mathias “Zanka” Jørgensen. Men bara tveir minuttir seinni javnar Kroatia, tá Mario Mandzukic kemur at standa leysur í brotsteiginum hjá Danmark.

 

Síðani hendir ikki so nógv teir komandi 110 minuttirnar. Bæði liðini hava onkrar einkultar møguleikar, men talan er í stóran mun um tvey lið, sum ikki megna at bróta hvørt annað niður.

 

Stóri dramatikkurin er, tá Kroatia fáar minuttir fyri tíð – í longdu leiktíðini – fær brotsspark. Kasper Schmeichel bjargar í stórum stíli frá Luka Modric. Tí verður farið til brotsspørk.

 

Her eru tað málverjarnir, sum eru stórspælandi. Kasper Schmeichel bjargar tvær ferðir, men í fimta brotssparkinum brenna danskarnir fyri triðju ferð. Tá kann Ivan Rakitic senda Kroatia víðari, tá hann skorar avgerandi brotssparkið."

 

 

Kroatia møtir vertstjóðini, Russlandi í fjórðingsfinaluni sum verður leikt fríggjadagin.

 

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Kroatia og Danmark. 

 

 

1/8 finalan:

 

Kroatia – Danmark 1-1 (1-1) (1-1, longd leiktíð)