Fótbóltssøgan millum Føroyar og Moldova er ikki so drúgv.
Í 2003 møtti GÍ FC Dacia Chisinau í Intertoto Cup. GÍ tapti tepurt 0-1 á Svangaskarði, men á útivølli gjørdist talan um eitt greitt 1-4 tap.
A-landsliðið hevur ongantíð møtt Moldova, men í 2009 og í 2010 spældi U-21 landsliðið móti Moldova í EM-undankappingardystum.
4. september í 2010 taptu Føroyar tepurt 0-1 móti Moldova í Chisinau. Artur Ioniţă skoraði tá sigursmálið, hann hevur nú í fleiri ár spælt í italsku Serie A, og hann er nógv tann besti leikarin hjá Moldova.
Tá liðini møttust á ovara vølli í Gundadali í Havn 5. september í 2009 spældu liðini javnleik 1-1. Kristoffur Jakobsen hjá KÍ javnaði til 1-1 aftaná gott samanspæl við Christian R. Mouritsen og Páll A. Klettskarð.
HER BER TIL AT SÍGGJA HÆDDARPUNKTINI KVF HEVÐI FRÁ DYSTINUM. Tað er rásin "Farerets", ið hevur fingið upptøkuna út á YouTube:
##med2##
Føroyska liðið: (FaroeSoccer) :
Nr. | Føroyar - Leikarar | Felag |
---|---|---|
16 | B36 | |
2 | HB | |
3 | Aberdeen FC | |
5 | B68 | |
7 | HB | |
8 | B36 | |
9 | Víkingur | |
10 | B36 | |
11 | KÍ | |
12 | Páll Klettskarð 88' | Vanløse IF |
13 | Heri H. Nesá 86' | AGF |
1 | Hans Jørgensen (M) | HB Køge |
4 | Dánjal Davidsen 86' | EB/Streymur |
6 | Algård | |
14 | AB | |
15 | Odmar Færø 88' | B36 |
17 | OB | |
18 | Hallur Hansson 76' | Aberdeen FC |
|