Hesar kvinnurnar eru júst farnar til Svalbard á vitjan, og komandi dagarnar kanst tú hvønn morgun síggja videodagbøkur frá teimum úr Svalbard.
Tær eru Torborg Fossdalsá Joensen, Paula Leitistein Olsen, Birita Mortansdóttir, Dagmar Winther, Barbara Lervig og Sára Sondum.
Hetta fyrsta videobrotið - video 0 - er frá kvøldinum áðrenn ferðabyrjan. Trýst á pílin á myndini fyri at síggja brotið og sí meira á in.fo komandi morgarnar, tá ið vit sleppa við á ferð til Svalbard.