Nógvir føroyskir áskoðarar hava verið til fimleikakappingina í Gotlandi í morgun, og onkur teirra er eisini komin aðrastaðnis frá enn úr Føroyum.
Ein teirra er Sakaris Zachariasen, sum er komin tann langa vegin úr Norður-Noreg, har hann býr til dagligt, fyri at síggja sonin, Djóna Sakarisson kappast. Og longu í fyrstu kappingini vann sonurin gull.