Føroyingaliðið, Valur tók móti gamla liðnum hjá Una Arge og Julian Johnssyni, Akranes á Hliðarenda í Reykjavík ígjár.
Magnus Egilsson og Kaj Leo í Bartalsstovu vóru við frá dystarbyrjan. Magnus var skiftur út tá 83 minuttir vóru farnir.
Talan gjørdist um eitt katastrofalt avrik í serliga fyrra hálvleiki. Viktor Jónsson legði Akranes á odda longu í fjórða minutti, í 29. og 38. minutti øktu Tryggvi Hrafn Haraldsson og Bjarki Steinn Bjarkason leiðsluna, og so var mótbrekkan brøtt hjá Vali.
Danski Patrick Pedersen tendraði eina vón tá hann skoraði til 1-3 tá fimm minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki, men í 73. minutti punkteraði Steinar Þorsteinsson allar vónir hjá Vali tá hann skoraði fjórða málið hjá Akranes, ið fór heimaftur við einum 4-1 sigri og trimum stigum.
Kaj Leo í Bartalsstovu hevði tvær góðar royndir á málið hjá Akranesi í seinna hálvleiki tá støðan var 1-3, men tíverri hevði Kaj Leo ikki eydnuna við sær.
Royndi málverjin hjá Vali, Hannes Þór Halldórsson er sera sjálvatfinningarsamur í samrøðu við Vísir, og heldur, at hann og verjuspælararnir vóru sannir jólamenn við at geva burtur løtt mál. Heimir Guðjónsson, høvuðsvenjari hjá Vali staðfestir, at tá ein letur fýra mál inn vinnur ein ikki dystir.
Kelda hjá in.fo sum fylgir Vali tætt staðfestir, at valsfólk eru sera væl nøgd við avrikini hjá Kaj Leo í Bartalsstovu tey fyrstu umførini, meðan Magnus Egilsson stríðist við at finna seg til rættis í verjuni hjá Vali.
Valur hevur seks stig fyri fýra dystir, og liggur í løtuni á fjórða plássi í Pepsideildini.
Komandi mikukvøld klokkan 19 spælir Valur á útivølli móti Víkingi Reykjavík sum farna vikuskiftið vann 4-1 á FH við Gunnari Nielsen í málinum.
HER ber til at síggja málini sum komu í dystinum millum Val og Akranes:
<iframe width="752" height="423" src="https://www.visir.is/player/e1dfc160-a332-43a4-89a0-a438c0ec7145-1593816159790" frameborder="0" scrolling="no" seamless="seamless" allowfullscreen></iframe>











