VIDEO: John og Amstetten mistu sigurin í yvirtíðini

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Liefering-SKU Amstetten 1-1 (0-1)

Í kvøld kunnu John Frederiksen og liðfelagarnir í SKU Amstetten veruliga iðra seg.

 

John Frederiksen og liðfelagarnir spældu móti Liefering á útivølli í fjórða umfari í næstbestu eysturríksku fótbóltsdeildini.

 

Tá komið var til tíðina dómarin hevði lagt aftrat var SKU Amstetten á odda 1-0, men tað eydnaðist Liefering at javna beint undan seinasta bríksli. Hevði SKU Amstetten vunnið høvdu teir verið oddalið í deildini í kvøld.

 

John kom ikki til so upplagdar málmøguleikar í kvøld sum hann hevur gjørt í teimum undanfarnu dystunum. 

 

Amstetten er næstfremst í deildini við átta stigum. Fremst er Lustenau hevur níggju stig. Wacker Innsbrück hevur eisini átta stig, og so koma fýra lið við sjey stigum.

 

Komandi fríggjadag spælir SKU Amstetten móti Lafnitz á heimavølli.

 

HER  ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Liefering og SKU Amstetten.