VIDEO: Jákup átti sín lut í sigursmálinum hjá FH

(Video) Síggj upptøku og greining av sigursmálinum hjá FH ímóti Fjølni, ið Jákup Thomsen átti lut í

Gunnar Nielsen og Jákup Thomsen vóru við frá byrjan tá FH á heimavølli vann 1-0 á Fjølnir í dysti í bestu íslendsku fótbíltsdeildini. Jákup Thomsen var eisini við í upplegginum til sigursmálið, ið kom longu í allarfyrsta minutti. Tað var Robbie Crawford, ið skoraði málið hjá FH. 

 

Hetta skuldi vísa seg at vera einasta málið í dystinum, og FH vann harvið dystin 1-0. Jákup Thomsen varð útskiftur í hálvleikssteðginum, meðan Brandur Hendriksson fekk seinastu góðu 20 minuttirnar á vøllinum.

 

HERsæst upptøka og greining hjá íslendsku sjónvarpsstøðini, Støð 2 av vakra sigursmálinum hjá FH sum Jákup Thomsen átti sín lut í. 

 

Tað sum ger málið hjá FH so vakurt er, at liðið hevði 15 góðar sendingar millum spælararnar áðrenn Robbie Crawford skoraði sigursmálið.