Tað endaði eydnusamt hjá íslendska kvinnulandsliðnum í okkara EM-undankappingarbólki, bólki 4.
Ísland vann í seinasta dystinum greiðan 32-24 sigur á Portugal á Ásvellum. Í steðginum var Ísland á odda 15-12.
Elín Klara Þorkelsdóttir var við sjey málum toppskjútti hjá Íslandi.
Ísland og Portugal endaðu bæði á fýra stigum, men Ísland var sjey mál betri í innanhýsis roknskapinum.
Ísland gjørdist besti trýarin í teimum seks bólkunum, sum einasta liðið við tveimum stigum móti einum av tveimum teimum ovastu liðunum í bólkinum.
HER ber til frá Eurohandball at síggja ein samandrátt frá íslendska 32-24 (15-12) sigrinum:
##med2##










