(Video) Hesum stuðlar Team Rynkeby

Føroyska Filuca er ein av teimum, sum fær ágóðan av stuðlinum hjá Team Rynkeby

Jacoba Heinesen av Viðareiði og Gunnar Jørgensen úr Klaksvík løgdu brádliga merki til, at alt var ikki sum tað skuldi hjá 2 ára gomlu dóttrini, Filuca. Eftir skurðviðgerð verður greitt, at hon hevur krabbamein í heilanum.

 

Sí sjónbandabrot við at trýsta á pílin á myndini 

 

Í dag hevur hon tað betri, eftir at hava verið í viðgerð í granskingaraavdeiling í Danmark, sum Team Rynkeby stuðlar. Hesum eru vit ótrúliga stolt av at verða ein partur av. Hetta er eisini ein áminning um týdningin av tykkum, sum stuðla Team Rynkeby og Team Rynkeby Føroyum.

 

Í hesum sjónbandabrotinum frá greiðir yvirlæknin, Karsten Nysom, hvussu tey kunnu hjálpa børnum, ið fáa álvarsamar sjúkur. Tað er Team Rynkeby felagsskapurin, sum hevur framleitt sjónbandabrotið.

 

Leygardagin verður Team Rynkeby Føroyar á Torginum í SMS. Umframt súkkling og tónleik, so verður eisini høvi at hoyra um arbeiðið hjá Krabbameinsfelagnum og um granskingarverkætlan við barnakrabba.

 

Skráin fyri tiltakinum á Torginum í SMS er:

11:00-11:10 Alfred Hummeland bjóðar vælkomin

11:15-11:30 Kathrina L. Holm og Marjun Poulsen súkkla

11:45-12:00 Berin: Birita Viderø heldur røðu

12:00-12:15 Leivur Holm og Kim Morgan Ejdesgaard súkkla

12:30-12:45 Tónleikur: Døgg Nónsgjógv framførir

12:45-13:00 Rúni Juul, liðskipari hjá Team Rynkeby Føroyum, og súkklulegendan, Gunnar Dahl-Olsen súkkla

13:15-13:30 Krabbameinsfelagið: Marner Fríðheim Kristiansen fortelur um granskingarverkætlan um barnakrabba

13:30-13:45 Burturluta tvey gávukort á virði 1000,- stk

13:45-14:00 Takk fyri