Video: Her vinnur B36 á HB

Her ber til at síggja øll málini og hendingarnar í grannauppgerðini millum HB og B36

B36 vann í dag 3-1 á HB í 8. umfari í Effo-deildini. B36 var á odda 2-0 í hálvleikinum, og var eitt skiftið á odda 3-0. HB minkaði um munin móti endanum.

 

Til ber at síggja samandráttin við at trýsta á pílin á myndini

 

Fyri B36 skoraði Hans Pauli Samuelsen tvey, meðan Lukasz Cieslewicz skoraði eitt. Málið hjá HB skoraði innskifti Jógvan Rói Davidsen.

 

Les eisini: Tað er serligt at vinna á HB

 

Dysturin var ikki uttan dramatikk, tí HB spælararnar kendu seg snýttar, tá Tórður Thomsen feldi René Shaki Joensen og bara fekk gult kort.

 

Les eisini: Halda at vit spæla ein góðan dyst

 

Við sigrinum er B36 nú bara eitt stig frá oddasessinum, meðan frástøðan nú er fimm stig niður til HB á fjórða plássi.

 

HB-B36 1-3 (0-2)

0-1: Lukasz Cielsewicz 30.

0-2: Hans Pauli Samuelsen 45.

0-3: Hans Pauli Samuelsen 72.

1-3: Jógvan Rói Davidsen 85.