Video: Her verða genturnar bjargaðar

Suðuroyar Norðrara Bjargingafelag hevur givið in.fo loyvi at leggja hetta videobrotið frá bjargingini í gjár út.

 

Tvær ungar gentur vóru farnar vestur á Fiskieiði í Hvalba, og vóru farnar ein gongutúr norður gjøgnum fjøruna.

 

Tær gingu, so langt sum tær sluppu, men á veg heim aftur gekk galið. Flóð var komin á tær, og nú sluppu tær ikki longur. Høgt er uppfyri, so hugsingur var heldur ikki um at klatra upp á bakkan.

 

Órógv kom á foreldrini at gentunum, tá tær ikki komu heimaftur, og tí var bjargingarfelagið boðsent. Tey vistu, hvar genturnar vóru farnar, og tí var eisini lætt hjá bjargingarfelagnum at finna tær.

 

Claus Olsen sigur við in.fo, at tað var nakað at í sjónum, og tí avgjørdu teir at fara vestur við línu og fáa genturnar upp tann vegin. Hann sigur, at tað vóru eini 10-15 metrar at síga, men at tað gekk væl og at genturnar eisini vóru róligar, tá tær vóru funnar, og tóku bjargingina við einum smíli.

 

Les eisini: Bjargaðu tveimum gentum úr neyð í Suðuroy