Tað var dramatikkur í Gundadali, tá HB og Víkingur í 6. umfari í landskappingini spældu javnleik 2-2. Víkingur var á odda tvær ferðir, men báðu ferðir javnar HB.
Síggj samandráttin við at trýsta á pílin á myndini
Eina lítla løtu út til, at Víkingur hevði skorað sigursmálið til 3-2. Hanus Jacobsen setti bóltin í netið, og allir teir ljósabláu fegnaðust í stórum trunka, meðan HB spælararnir vóru ógvuliga vónbrotnir. Tá ið HB skuldi geva bóltin uppaftur, kolldømdi dómarin málið eftir at hava tingast við linjuverjan, og so endaði tað 2-2.
- Eg eri vísur í, at tað var offside. Tað sigur Lars Müller í beinleiðis samrøðu við Rás2, sum var í sendingini "Triði Hálvleikur".
Lars Müller hevur longu sæð upptøkurnar av málinum, og tær fáa hann heldur ikki at ivast í, at talan var um eina rætta avgerð at døma offside, og annulera málið hjá Hanusi Jacobsen, sum spælarar og fjepparar hjá Víkingi fegnaðust um eina góða løtu áðrenn tað var kolldømt.
Les eisini: (Rás2) Samrøða við Lars Muller um rangstøðuna
Lars Müller harmast bíðitíðina, men hann vildi heldur brúka tíð at samskifta við hjálpardómaran gjøgnum headsettið, og fáa ta røttu avgerðina í hesum førinum.
KÍ-EB/Streymur 1-0 (0-0)
1-0: Albert Adu
07 Vestur-Skála 1-1 (0-0)
1-0: Holgar Durhuus
1-1: Pætur Dam Jacobsen br
HB-Víkingur 2-2 (1-1)
0-1: Hans Pauli Samuelsen
1-1: Ári Mohr Jónsson
1-2: Gert Hansen
2-2: Aleksandar Stankov
Suðringar-NSÍ 1-3 (0-2)
0-1: Klæmint A. Olsen
0-2: Jonleif Højgaard
1-2: Poul Ingason
1-3: Per Langgaard
B36-ÍF 4-0 (4-0)
1-0: Patrik Johannesen 10.
2-0: Benjamin Heinesen 30.
3-0: sjálvmál 37.
4-0: Benjamin Heinesen 45
Støðan:
Víkingur 12 stig
TB/FCS/Royn 12 stig
KÍ 10 stig
NSÍ 9 stig
B36 7 stig
HB 7 stig
07 Vestur 7 stig
ÍF 5 stig
Skála 4 stig
EB/Streymur 4 stig
Sjeynda umfar:
Leygardagin 6. mai
KÍ-ÍF
Víkingur-07 Vestur
NSÍ-Skála
EB/Streymur-B36
HB-TB/FCS/Royn