Leygarkvøld spældu føroyskir tónleikarar sangir hjá Nirvana í sambandi við, at tað eru liðin 20 ár, síðani oddamaðurin í bólkinum, Kurt Cobain, doyði.
Konsertin var í Spaniastovu í Klaksvík, og tiltakið var so væl umtókt, at bæði konsertin og eykakonsertin vóru útseldar.
Ymiskir føroyskir tónleikarar spældu og sungu, og omanfyri ber til at hoyra Hans Andrias Jacobsen og aðrar tulka sangin Lake of Fire.