Tað gjørdist ein handikappaður pólskur fótbóltsleikari við bert einum beini, ið vann prestisjufullu Puskas virðislønina hjá FIFA. Ein virðisløn sum verður latin fyri vakrasta málið skotið í undanfarna árið.
Marcin Oleksy skoraði eitt ótrúligt saksasparksmál í pólsku liguni fyri lið við leikarum sum brúka høkjur.
Marcin Oleksy vann frammanfyri m.a. brasilska Richarlison, ið var millum tey tilnevndu fyri vakra málið hann skoraði fyri Brasil móti Serbia í innleiðandi bólkaspælinum í HM-endaspælinum í Katar.
Vakra saksaparksmálið, ið vann Marcin Oleksy prestisjufullu Puskas virðislønina sæst her:
##med2##