VIDEO: Hallur og liðfelagarnir taptu greitt í Odense

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum OB-AC Horsens 3-0 (2-0)

 

 

 

Tað gjørdist ein bummtúrur hjá liðskiparanum, Halli Hansson og liðfeløgunum í AC Horsens í Odense í dag.

OB vann 3-0 í dystinum í donsku superliguni. Í steðginum var OB á odda 2-0. 

OB – AC Horsens 3-0 (2-0)

1-0 Mads Frøkjær-Jensen (12.)
2-0 Sander Svendsen (39.)
3-0 Anders K. Jacobsen (86.)

Miðskeiðis í seinna hálvleiki fekk AC Horsens ein fyrimun tá Ramon Leeuwin hjá OB fekk beinleiðis reytt kort fyri eina grova takkling. Men AC Horsens megnaði ikki at gagnnýta, at teir vóru ein fleiri á vøllinum.  

Her ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum OB og AC Horsens: 

##med2##

Komandi dystur hjá AC Horsens verður á heimavølli á CASA leikvøllinum sunnudagin 20. oktober í Horsens tá Hobro kemur á vitjan.

Støðan (Livescore.dk) :

1 FC Midtjylland11 dystir82114 - 326 stig
2 FC København1281321 - 1325
3 Randers FC1262420 - 1220
4 OB1262418 - 1120
5 AGF1262417 - 1020
6 Brøndby IF1261522 - 1919
7 SønderjyskE1246215 - 1218
8 FC Nordsjælland1252520 - 2017
9 AaB1251618 - 1516
10 Lyngby1251614 - 2016
11 Hobro1226413 - 1712
12 AC Horsens12 dystir3279 - 2211 stig
13 Esbjerg fB122379 - 199
14 Silkeborg1103814 - 313