Video: Hallur og liðfelagarnir mistu sigurin seinastu løtuna

(Video) Síggj málini frá dystinum FC Nordsjælland-AC Horsens 2-1 (0-1) her

Hallur Hansson fekk fulla spælitíð - og tað gula kortið - tá lið hansara, AC Horsens í dysti í donsku superliguni í kvøld tapti 1-2 ímóti FC Nordsjælland á útivølli.

 

AC Horsens kom annars á sigurskós, tá ein hálvur tími var farin, tá Kim Aabech legði AC Horsens á odda 1-0. Men seinastu 10 minuttirnar misti AC Horsens alt úr hondum, tá FC Nordsjælland við málum hjá Emiliano Mercandes og Marcus Ingvartsen tryggjaði sær sigurin.

 

Leygardagin klokkan 15 spælir AC Horsens á heimavølli ímóti Viborg FF.

 

Liðið hjá Brandi Hendrikssyni Olsen, Randers FC tapti í kvøld 0-1 ímóti Brøndby á heimavølli. Brandur sat á beinkinum allan dystin. Í annaðkvøld klokkan 19 taka Jóan Símun Edmundsson og liðfelagarnir í OB ímóti Esbjerg í einum sonnum botnbraki.

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj málini frá dystinum millum FC Nordsjælland og AC Horsens.

 

Støðan í donsku superliguni :

 

1FCK19 1450   44:847
2Brøndby19 115340:1538
3Midtjylland18 95437:2032
4Randers FC19 95525:2032
5Lyngby19 93719:1730
6SønderjyskE1977524:2528
7Nordsjælland1966730:3424
8AC Horsens1966723:3324
9AaB1965820:2723
10AGF1955927:3120
11Silkeborg1847722:3219
12OB18351014:2714
13Viborg19341220:3413
14Esbjerg18261019:4112