VIDEO: Hallur og Horsens taptu týðandi botndyst

(Video) Lyngby vann 3-1 á Horsens í dag, og nú sær veruliga svart út hjá Horsens

Fótbóltslagið er ikki gott í Horsens. Í dag spældi AC Horsens týðandi dyst í niðurflytingarbólkinum í donsku superliguni á heimavølli móti Lyngby.

Endin var, at Lyngby vann 3-1 og nú hevur AC Horsens 13 stig upp til Vejle, ið er triðaftast. Tvey tey aftastu liðini flyta niður í næstbestu deildina, og nú eru bara sjey dystir eftir at leika, so tað sær ikki gott út hjá Horsens.

AC Horsens – Lyngby 1-3 (0-1)
0-1 Kevin Tshiembe (7.)
0-2 Mathias Rasmussen (68.)
0-3 Mathias Rasmussen (89.)
1-3 Louka Prip (90.)

Hallur Hansson kom á vøllin tá ein hálvur tími var farin av dystinum.

Hósdagin klokkan 17 verður ein møgulig føroyinga-uppgerð millum Vejle og Horsens í Vejle. Viljormur Davidsen fekk ikki spælitíð hesaferð hjá Vejle, ið spældi javnleik 1-1 móti AaB á heimavølli.

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum AC Horsens og Lyngby:

##med2##

NrLið:DystirVJTSkoraðímótimálmunurStig
1AaB258983035-533
2OB257992731-430
3SønderjyskE2585123539-429
4Vejle 2578102738-1129
5Lyngby2567123046-1625
6AC Horsens2537152043-2316