Video: Hallur og AC Horsens fingu javnleik í Århus

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum AGF-AC Horsens 1-1 (0-1) her

Hallur Hansson og liðfelagarnir vitjaðu AGF í Århus fríggjakvøldið í dysti í donsku superliguni.

 

Dysturin endaði við javnleiki 1-1. AC Horsens kom á odda við máli, sum Bubacarr Sanneh skeyt tá 40 minuttir vóru farnir. Tá 20 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki javnaði Danny Olsen fyri AGF.

 

Úrslitið merkir, at Hallur Hansson og liðfelagarnir eru framvegis tvey stig frá einum plássi í endaspælinum. Sunnudagin 23. oktober tekur AC Horsens ímóti Randers FC, sum er felagið hjá Brandi H. Olsen.

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum millum AGF og AC Horsens.

 

Støðan í donsku superliguni : 

 

1FCK12  750   25:626
2Brøndby1264230:1122
3Midtjylland1255225:1420
4SønderjyskE1355318:1620
5Lyngby1262412:1020
6Randers1255215:1420
7AaB1253415:1518
8Horsens1346318:1918
9AGF1334614:2313
10Viborg1333712:1712
11Nordsjælland1233616:2212
12Silkeborg1225514:2511
13OB1224611:1710
14Esbjerg121479:257