VIDEO: Hæddarpunkt Skotland-Føroyar 7-1 (4-0)

(Video) Føroysku kvinnurnar kunnu fegnast um eitt gott mál og góðan hugburð á Hampden Park leikvøllinum ígjár

Tað var givið, at tað fór at vera torført móti Skotlandi, ið er mett at vera næststerkasta liðið í okkara HM-undanbólki. 

 

Føroyska kvinnulandsliðið stríddist fyri lívinum móti skotsku yvirmaktini á Hampden Park leikvøllinum í Glasgow, og tað eydnaðist eisini tíðliga í seinna hálvleiki at skora eitt gott mál, men tá samanum kom vunnu skotsku kvinnurnar 7-1. Ungarn tapti ígjár 0-7 fyri Spania í Budapest, og Spania staðfesti harvið sína favorittstøðu í bólkinum, ið hevur Ukraina sum tað fimta liðið.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum frá skotska fótbóltssambandinum: 

 

##med2##

 

 

 

Skotland - Føroyar 7-1 (4-0)

 

HM undankappingardystur á Hampden Park í Glasgow

 

1-0: Erin Jacqueline Cuthbert 19.

 

2-0: Chloe Susan Arthur 21.

 

3-0: Chloe Susan Arthur 28.

 

4-0: Christy Louise Grimshaw 39.

 

4-1: Maria Biskopstø 49.

 

5-1: Martha Ellen Thomas 62.

 

6-1: Jenna Clark 81.

 

7-1: Claire Emslie 84.

 

Dómarabólkur úr Serbia: Jelena Cvetković, Ivana Jovanovic, Aleksandra Stojanac og Marina Živković (4. dómari)

 

Føroyar: Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ - Maria á Lakjuni, Víkingur, Birita Ryan, KÍ, Rakul Maria Johannesen, B36, Sarita Maria Mittfoss, HB, Ásla Johannesen, AGF - Heidi Sevdal, NSÍ (Tórunn Joensen, KÍ, 90.), Olga Kristina Hansen, B36 (Tóra Mohr, KÍ, 72.), Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, Víkingur, Julia Naomi Mortensen, AGF – Maria Biskopstø, KÍ (Durita Hummeland, KÍ 65.)

 

Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Monika Biskopstø, AaB, Valborg Østerø, B36, Sanna Svarvadal, KÍ, Sunnvá Fagradal, EBS/Skála, Katrina Sjóvará Hansen, B36

 

Gult kort: Rakul M. Johannesen 80.

 

Venjari: Lene Terp