VIDEO: Hæddarpunkt Svøríki-Frakland 17-23

(Video) Fronsku heimsmeistararnir løgdu eitt sannførandi avrik fyri dagin ímóti Svøríki í millumbólki 1 í EM-endaspælinum í hondbólti

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá sannførandi 23-17 (10-8) sigrinum hjá fronsku heimsmeistarunum yvir Svøríki í EM-millumbólki 1. Upptøkurnar eru frá evropeiska hondbóltssambandinum, EHF.

 

Um dystin skrivaði Jóannes Hansen á in.fo fyrr í kvøld: - Tað var leingi javnt og tætt, men tá ið tað restaði eitt korter tók at dragna, og so vann Frakland trivaligan 23-17 sigur ímóti Svøríki í fyrsta dystinum í miðumfarinum í EM í hondbólti, sum í hesum døgum er í Kroatia.

 

Sigurin ber við sær, at Frakland hevur seks stig. Fronsku heimsmeistararnir við eru harvið á veg ímóti hálvfinaluni.

Merkisvert er tað, at Frakland stóð seg so væl, sjálvt um Nikila Karabatic longu í 23. minutti sá reyða kortið. Hann verður ofta roknaður av vera heimsins besti hondbóltsspælari, og hann verður roknaður at vera týdningarmiklasti spælarin av øllum hjá Fraklandi.

 

 

Svøríki hevur fýra stig, og møguleikin at vinna seg í hálvfinaluna er ikki heilt burtur. Um tað skal eydnast, so er treytin, at teir gulu og bláu vinna tveir teir síðstu dystirnar í miðumfarinum – ímóti Hvítarusslandi og Noregi.

 

 

Fyri løtu síðani vann Kroatia 32-28 (17-15) á Noregi.

 

 

Støðan í EM-millumbólki 1:

 

 

1Frakland3   300 87:736
2Kroatia4301   120:1086
3Noreg4202124:1194
4Svøríki320182:794
5Hvítarussland300376:900
6Serbia300374:940

 

 

Mánadagin spælir Frakland ímóti Serbia klokkan 17.15, og Svøríki spælir ímóti Hvítarusslandi klokkan 19.30.