VIDEO: Gott mál og gott upplegg hjá Eliasi

Síggj ein samandrátt av dystinum THW Kiel-HSG Wetzlar 33-22 (15-4)

THW Kiel vann fyrr í dag stórsigur 33-22 (15-4) á HSG Wetzlar á heimavølli í Kiel frammanfyri 9.971 áskoðarum.

 

Elias Ellefsen á Skipagøtu skoraði tvey mál og legði upp til tvey mál hjá Kiel.

 

Kiel er fremst í deildini við seks stigum fyri tríggjar dystir. Málúrtøkan er 110-77.

 

HER  ber til at síggja ein samandrátt av dystinum. Í samandráttinum sæst ein genial fríspæling hjá Eliasi og eitt gott gjøgnumbrotsmál hjá Eliasi.