TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj málini frá dystinum ímillum HB Køge og Thisted FC í næstbestu donsku fótbóltsdeildini, sum var spældur ígjár.
HB Køge vann 3-2, og var á odda 2-1 í steðginum. Jákup Thomsen var við frá byrjan hjá Thisted FC, og hann setti bóltin hegnisliga í netið tá hann gjørdist leysur í vinstru síðu í brotsteiginum hjá HB Køge.
Upptøkurnar eru frá YouTube rásini hjá HB Køge, og teir vísa tíverri bara málini hjá HB Køge umaftur í "Slow Motion", men málið hjá Jákupi Thomsen sæst so.
Komandi sunnudag tekur Thisted FC ímóti Esbjerg á heimavølli.
HB Køge - Thisted // 3 - 2
1-0 // Martin Koch Helsted (17.)
1-1 // Jákup Thomsen (24.)
2-1 // Gregers Arndal-Lauritzen (34.)
2-2 // Sonny Jakobsen (48.)
3-2 // Kristian Andersen (77.)