Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin spældu í kvøld dyst á útivølli í týsku bundesliguni móti Göppingen.
Tað eydnaðist Füchse Berlin at vinna dystin 32-27. Í steðginum var Göppingen annars á odda 15-14, men í seinna hálvleiki var Füchse omaná.
Hákun slapp upp í part, og hann skoraði eitt mál upp á tvær málroyndir. Mathias Gidsel skoraði heili 11 mál fyri Füchse Berlin.
HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum:
##med2##
Füchse er fremst í bundesliguni við 49 stigum. Magdeburg er nummar tvey við 46 stigum. Magdeburg hevur tó spælt tveir dystir færri enn Füchse.